Mynd: Bjarni Dalsgaard.

Norðborg kemur á Fuglafjørð

vinna14-10-2019 - 20:46 - Jóanis Nielsen

 Norðborg kemur á Fuglafjørð seint í kvøld, teir skulu pumpað lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, eisini var ætlanin at bunkra í Fuglafirði, men í løtuni hava teir onga tungolju í Fuglafirði.

Í morgin tíðliga skal Norðborg landa í Ánunum, Norðborg hevur 110 tons av heilfrystari sild og 1.280 tons av sildafløkum, eisini hava teir góð 200 tons av mjøli.

Hesin túrurin vardi í 10 dagar, skipari er Hans Klakkstein.