Norðborg er komin undir land norðanfyri

vinna13-10-2017 - 14:24 - Jóanis Nielsen

Norðborg, sum hevur verið á sildaveiðu norðast í føroyskum sjógvi og eisini í altjóða sjógvi, tætt norður úr føroyska markinum, kom undir land seint í nátt, teir liggja norður úr Kallinum, har teir arbeiða tað undan, sum teir hava í tangunum.

Norðborg kemur á Fuglafjørð fyrrapartin í morgin, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava uml. 200 m3 av lýsi.

Seint í annaðkvøld koma teir í Ánirnar at landa 1.350 tons av frystum - umleið 900 tons eru sildafløk og 450 tons er heilfryst sild.

Teir sigla aftur sunnukvøldið.