Norðborg er á Fuglafirði í morgun

vinna18-12-2017 - 09:30 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri - á uml. 68.5N - kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu pumpað lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði,

Seinnapartin fara teir av Fuglafirði, tá fara teir at leggja seg norðanfyri oyggjarnar, har teir skulu gera "Jólareint"

Í morgin kemur Norðborg í Ánirnar, har teir skulu landa tað frysta - góð 900 tons av sildafløkum.

Norðborg hevur nú fiskað alla sildakvotuna, teir far tí helst ikki nýggjan túr fyrrenn eftir nýggjárið.