Nólsoyarsvimjingin verður 12. august

ítróttur31-07-2017 - 09:26 - Jóanis Nielsen

Hetta er tjugundi ferð vit skipa fyri svimjing til Nólsoyar.

Í ár er tað ein teinur á 4 km at svimja.
Men við trimum møguleikum:
1. Sum solo svimjari
2. Sum par, har tveir svimjarar fylgjast
3. Sum stafett, har tríggir svimjarar skiftast. Minst 20 minuttir hvør. Bert loyvi at svimja einaferð í part. Og so seinastu 50 metrarnar leypa teir báðir, sum hava svomið, úti aftur og allir triggir koma upp á land og fylgjast til málið.
Galdandi fyri 1, 2 og 3: Tað verður ikki býtt sundur i kyn ella aldur.
Øll møtast hjá radioamatørunum kl.12.00
Klokkan 14.30 leypa svimjarar á bláman yviri við Strond við Grønadam, niðanfyri hjá radioamatørunum.
Málið er Ærisportrið á keiini í Nolsoy.
Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær.
Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær á land.
Tú skalt fáa til vega:
1. Froskmanna- ella triatlonbúna.
2. Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
3. Báturin skal hava VHF.
4. Ein stigi má vera , so svimjarin kann klintra umborð á bátin
5. Hampuliga venjing.

Tilmelding

Tilmeldingargjaldið:
200 kr fyri solo svimjarar,
300 kr fyri pør
500 fyri tríggjar í stafett.
Gjaldast við kort niðanfyri, freistin 3. august á midnátt.

Til ber eisini at melda til á startmálinum.
Tá er prísur 300 fyri solo, 450 fyri pør og 750 fyri stafettlið.