Nøkur hava fingið staðfest korona afturat

corona11-08-2020 - 09:32 - Jóanis Albert Nielsen

Nú eru allar kanningar frá 8. august liðugt greinaðar. Í alt vórðu 7 tilburðir staðfestir burtur úr teimum 3462 kanningunum.

Sunnudagin vórðu 2269 kanningar gjørdar, og hóast allar kanningar ikki eru liðugt greinaðar enn, hevur Landslæknin staðfest fýra nýggir tilburðir hendan dagin. Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum frá 482 royndum, og tí er endaliga úrslitið fyri sunnudagin 9.august ikki klárt enn. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er ein tilburður longu staðfestur. Fleiri enn 1000 kanningar vórðu gjørdar, og flest teirra mangla enn at verða greinaðar.

Dato fyri kanning Kanningar Positivar Bíða eftir úrsliti
03.08.20 717 2
04.08.20 948 14
05.08.20 2286 38
06.08.20 2804 16
07.08.20 4521 11
08.08.20 3462 7
09.08.20 2269 4 482
10.08.20 1000+ 1 1000+

Øll tey, sum hava fingið staðfest smittuna, eru uppringd av Landslæknanum.