Mynd: Reidar Simonsen.

Nógvur makrelur í føroyskum sjógvi

vinna08-09-2017 - 18:44 - Jóanis Nielsen

 Vit hava júst nú tosað umborð á Finn Fríða, sum er áveg inn við góðum 1.000 tonsum av makreli. 

Skiparin - Arni Hansen segði, at í løtuni er heilt nógvur makrelur í føroyskum sjógvi, makrelurin stendur víða um, og er í góðum standi, støddin er eisini góð. Av tí sama, at so nógv er til í føroyskum sjógvi, so liggja tey útlendsku skipini tætt uppat føroyska markinum, tey íslendsku skipini liggja uppat útnyðringshorninum og tey russisku skipini liggja tætt norður úr føroyska markinum, tó eru eisini nøkur russisk skip í føroyskum sjógvi, nøkur norsk skip liggja eisini í altjóða sjógvi norðanfyri.

Finnur Fríði kemur á Kollafjørð um 4-tíðina í nátt, har teir landa 200 tons í tangabilar, tað skal til Vestmanna Seafood, støddin henda túrin liggur um 410 gramm.

Restin hjá Finni Fríða skal til Pelagos í Fuglafirði, men har liggja fleiri skip og bíða eftir landingartørni, só óvist er nær Finnur Fríði sleppir framat í Fuglafirði.