Nógvir súkklarar á vegnunum um hvítusunnuna

ítróttur19-05-2018 - 16:12 - Jóanis Nielsen

Fyrireikingarnar hjá Team Rynkeby Føroyar súkklarunum eru í hæddini, og um í vikuskiftinum verður súkkla alla dagarnar.

Leygardagin verður súkkla í Suðuroynni av Krambatanga, til Froðbiar og síðan suðureftir til Famjinar, til Sumbiar og aftur til Vágs.

Sunnudagin súkkla tey úr Havn til Vestmanna, síðan tl Gásadals og aftur til Havnar.

Mánadagin fara súkklararnir í Sandoynna, og enda verður aftur í Hoyvík, har samkoma verður fyri innbodnum.

Súkklarar á landsvegnum fylla, og vit vóna, at vit kunnu hjálpast at, at takað atlit til hvønn annan í ferðsluni, so øll koma heim uttan mein. Bæði bilførarar og súkklarar.

Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til ferðina í Juli, har súkklarnir við hjálparfólkum súkkla úr Klaksvík til Paris.