Soleiðis sá út tá toran slerdi niður í eitt elskáp.


Hetta er i Sørvági.


Mynd Oddmar Dam.

Nógvir skaðar í Vágum av tá toran gekk í nátt

vinna27-01-2020 - 20:33 - Jóanis Nielsen

 Toran gekk sera ógvusliga vestanfyri í nátt frá kl. 4.30 til kl. 5.00.

Vit hava frætt um sera nógvar skaðar, m.a. teldur, vaskimaskinur, køliskap, FM-sendarar, benzin-pumpur o.a.

Tilkomin fólk siga seg ikki áður hava hoyrt toruna so ógvusliga sum í nátt.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=eyH5Npv2Xwc&feature=emb_title]