Mynd: Veður.is

Nógvir jarðskjálvtar á leiðini við Grindavík

28-01-2020 - 17:32 - Jóanis Nielsen

Þorleifur Geirsson skrivar:

Umstøðurnar á Reykjanesi gerast nú álvarsligar.

Fjallið Þorbjörn, beint vestanfyrir Grindavík ogøkið rundan um lyftist

nú nakrar millimetrar hvønn dag, tað vil siga at (hraun) magma

fløðir inn umdirøkið og lyftir tað upp, eisini hava verið sera nógvir jarðskjálvtar áøkinu seinustu dagarnar.

Vísindafólk rokna við, at har fer at byrja eldgos tætt við Grindavík, har búgva 3500 fólk, eisini er hettarheilt tætt við Bláalónið, og bert 12 kilometrar frá flogvøllinum í Keflavík.

Sí mynd niðanfyri.