Nógvir haruhagar mangla enn at verða skrásettir í Vágum

mentan09-01-2017 - 13:25 - Jóanis Nielsen

NÓGVIR HARUHAGAR MANGLA ENN AT VERÐA SKRÁSETTIR Í VÁGUM, tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum fæst við hagtøl um haruna.

Tað gongur eitt sindur striltið við at fáa veiðutøluni skrásett á heimasíðuni "haran.fo". Serliga á Vágum manglar nógvir hagar.

Eg fari tí at ´spyrja, um harumenn kunna vera so vinarliga at skráseta túrarnar, so at vit eisini fáa eina hampuliga fullfíggjaða skráseting fyri Vágar.

í Sørvági eru higartil skrásett veiðutøl fyri 2 hagar, so enn mangla úrslitini fyri hesar 6 hagarnar:

- Suðurtriðingur - Sunnaripartur
- Suðurtriðingur - Ytripartur
- Teigarnir
- Úttriðingur Selvíkar - Eystaripartur
- Úttriðingur Selvíkar - Vestaripartur
- Úttriðingur - Heimaripartur

í Miðvági eru higartil bara skrásett veiðutøl fyri 3 hagan, so har mangla úrslitini fyri hesar 6 hagarnar:

- Eggin
- Heimanhús á Fjøllum
- Nípan
- Norðaraleiti
- Tjørndalsegg
- Uttanhús á Fjøllum

í Sandavági eru higartil bara skrásettir veiðutøl fyri 6 hagan. Úrslitini mangla fyri hesar 5 hagarnar:

- Dalhagi
- Eyðansstovuhagi
- Gimbragonga
- Oyrargjáarhagi
- Slættaneshagi.

í Gásadali eru skrásett veiðutøl fyri 2 hagan, so har mangla úrslitini fyri hesar 3 hagarnar:

- Garðshagi
- Rygvíkshagi
- Uttanfyri í víkum

í Bø eru allir hagarnir skrásettir.