Mynd: Bjartur Vest

Nógvar broytingar hjá SSL

21-02-2021 - 11:56 - Jóanis Albert Nielsen

  

21. feb.: Broytingar, seinkingar og/ella avlýsingar í samferðsluni      

Fyri veður kunnu væntast seinkingar, broytingar og/ella avlýsingar á øllum bygda- og oyggjaleiðum, sunnudagin 21. februar.

 

21. feb: Avlýsingá leið 61            

Fyri veður verða hesir túrar ikki sigldir í dag á leið 61: Av Gomlurætt kl. 14:30 Úr Hesti kl. 14:50 Av Gomlurætt kl. 19:10 Úr Hesti kl. 19:30

 

21. feb: Avlýsing á leið 700 og 701          

Fyri veður verður bert koyrt til og frá túrunum hjá Smyrli sunnukvøldið 21. februar

 

21. feb: Avlýsing á leið 600         

Fyri veður verður fyrsti túrur úr Skálavík kl. 15:35 sunnudagin 21. februar.

 

21. feb: Avlýsing á leið 58           

Fyri veður verður ongin sigling á leið 58 sunnudagin 21. februar.

 

21. feb.: Avlýsing á leið 100, 101 og 300

Leið 100 Fyri veður byrjar leið 100 at koyra kl. 14:15 úr Vestmanna og kl. 15:20 úr Havnini. Leið 101 Fyri veður byrjar leið 101 at koyra kl. 16:45 úr Havnini. Leið 300 Fyri veður byrjar leið 300 at koyra kl. 12:40 úr Havnini og kl. 13:55 úr Sørvági.

 

21. feb.: Avlýsing á leið 7   

Fyri veður verða túrarnir av Krambatanga kl. 08:30 og av Havnini kl. 11:00 ikki sigldir, sunnudagin 21. februar.

 

21. feb: Avlýsing á leið 90  

Fyri veður verður ongin sigling á leið 90 sunnudagin 21. februar.