Nýggjastu


Nógv meira av toski og hýsu avreidd í 2019

vinna24-01-2020 - 13:35 - Jóanis Nielsen

Hagstovan.fo:

Frá aldarskiftinum fram til 2007 var miðal avreiðingarnøgdin tilsamans góð 125 túsund tons. Síðan 2007 hevur veiðan, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 85 túsund tons, sum er eitt vet betri enn í 2018, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur og fiskiskapurin í Barentshavinum, er ikki við í hesi uppgerð.

m1

Avreiðingarvirðið aftur oman fyri milliardina

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt, sum sæst á myndini omanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir kr. í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið um 800 millliónir kr. Í fjør var avreiðingarvirðið ein góð milliard kr., sum er um 133 milliónir kr. meira enn í 2018, ella 14%. Tað er virðið á toskinum, 158 milliónir kr. fleiri enn í 2018, sum togar avreiðingarvirðið upp í 2019.

Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2018 og 2019.

T1

Toska-, hýsu- og upsaveiðan seinastu árini

Nógv fleiri tons av toski vórðu avreidd í 2019 – góð 25 túsund tons, sum er 45% meira enn í 2018. Eisini virðið á toskinum vaks nógv - úr 345 upp í 503 milliónir kr. - eitt meirvirði á 158 milliónir kr., sum er 46% vøkstur.

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini - í miðal um góð 11 túsund tons seinastu 10 árini (2009-2018). Tey góðu 25.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er nógv frægari enn seinastu nógvu árini, og á hædd við nøgdirnar fyrst í øldini.

Hýsunøgdin er eisini vaksin nógv í 2019 í mun til 2018 – 2.700 tons og virðið góðar 27 milliónir.

Hýsunøgdin er framhaldandi lág, sjálvt um hon í 2019 er tann besta í 12 ár. Í fjør vórðu avreidd 8.500 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.

Meðan toska- og hýsunøgdin í miðal hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað støðugari. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 18 túsund tons í fjør, eitt fall í mun til í 2018 á góð 3 túsund tons. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa.

M2

Dagførd hagtøl av avreiðingunum til og við 2019 eru tøk íhagtalsgrunninum.Hareru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingarnar eru uppgjørdar í landaðari vekt, t.e. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt.Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Uppsjóvarfiskur og flakatrolararnir í Barentshavinum eru ikki við í hesi uppgerð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.