Nógv fólk til bønarátak á Tinghúsvøllinum - myndir

29-08-2015 - 23:24 - Jóanis Nielsen

Í dag 29. august kl 13. var eitt bønarátak á Tinghúsvøllinum.

Bøn var fyri løgtingi, landsstýri, løgtingsvalinum, ráðandi myndugleikum og Føroyum sum heild.

Tiltaki var felagskirkjuligt.

Sangur og tónleikur var eisini á skránni.

Fyrireikararnir heittu á fólk úr øllum samkomum, um at verða við til tiltakið.

Fyrireikarar:
Svenning av Lofti
Ann Dahl Hansen
Heine Lützen
Eyðun Jacobsen

Hesar frálíku myndirnar hevur Jensjáku Hansen tikið.