Nógv fólk mótmæltu broytingunum í hjúnabandslógini

mentan27-05-2017 - 14:16 - Jóanis Nielsen

PORTAL.fo skrivar:  Nógv fólk vóru møtt upp á Tinghúsvøllinum klokkan 13, tá tiltakið “Varðveit siðbundna hjúnabandið“ byrjaði.

Á skránni var felagssangur, kunning um tiltakið, Ann Dahl Hansen bað Faðir vár og eisini Tjóðsangurin sungin.

Fyriskipararnir heittu á løgtingslimirnar um at hugsa seg um, áðrenn teir atkvøddu fyri hesum. 3. viðgerð av málinum um hjúnabandslógina verður í løgtinginum týsdagin.