Nógv fólk í býðnum Mentunarnáttina

mentan02-06-2018 - 17:19 - Jóanis Nielsen

 Tórshavnar Kommuna: Tað vóru so mong tungumál at hoyra í miðbýnum í gjárkvøldið sum neyvan nakrantíð áður. Gott veður og fólkamongdin næstan sum á ólavsøku niðast í býnum.


Altjóða tiltak var í Perluni, har høvið var at hitta tilflytarar á máli og hoyra um teirra upprunaland, um mat og um tónleik. Eisini var dansur.