Nógv fólk byrjaðu G! Festivalin mikukvøldið

Myndir11-07-2019 - 12:03 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár opnaði tjaldingarøkið á ársins G! Festivali, og sigast má at nógv fólk byrjaðu festivalin í gjár. Sjálvt um tað var vátt í gjárskvøldið og í nátt, so vóru nógv fólk á tjaldingarøkinum, og eisini vóru fleiri fólk við húsvognarnar.

Fyri fyrstuferð í nýggjari festivalsøgu var tjaldingarøkið á G! karmur um fleiri konsertir, tí í gjár var tiltakið UNDIR G! RUNDIN!

Líka síðani G! festivalurin byrjaði hevur tjaldingarøkið verið ein miðdepil fyri ungdómsmentan, næstrakærleika og góðum veitslulagi.

Í ár eru lógvatøk tikin fyri, at lyfta tjaldingarøkið á eitt enn hægri støði. Skipað var fyri einum stórum tiltaki mikukvøldið, har bassurin pumpaði ein lívsglaðan undirgrundshýr uppum skíggini.

Hesi framførdu í gjárskvøldið:

Marius DC
Young Brazy
Baffins
Springarasystrar
Svarta
Drós
RSP

Sigvør Laksá, sum er stjóri á G! Festivalinum sigur við jn.fo, at sølan til ársins G! Festival hevur gingið væl. Sjálvur festivalurin byrjar í kvøld. Skráin sæst her.