Omanfyri 100 limir til felagsfund hjá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum - myndir

vinna12-01-2019 - 17:59 - Jóanis Nielsen

Fundurin byrjaði við at Siggert Paturson ynskti øllum gott nýggjár og bjóðaði øllum vælkomnum, hann fegnaðist um at so nógv vóru møtt. Hann gav síðani orðið víðari til fundarstjóran Jónfinn Thomsen.

Jónfinn Thomsen greiddi síðani frá hvat var á skránni, og gav so Jacob Vestergaard sýðslumanni orðið, Jacob greiddi væl frá hvussu lógin er og verður brúkt um gongd í bø og haga.

Eftir at Jacob hevði lagt fram, var tað Tróndur G. Leivsson, stjóri á búnaðarstovuni, sum tók aftur í arbeiði, hjá búnaðarstovuni sum saman við bóndafelagnum og óðalsfelagnum hava gjørt seinastu 3 árini í samband við øktu ferðavinnuna.

Kjak var eisini á skránni, har tað dúliga bleiv kjakast um hvussu farast skal fram við øktu ferðavinnuni og øktari gongd í bø og haga.

Tá fundurin kom móti enda, bleiv einmælt samtykt at bóndafelagið og óðalsfelagið skuldu standa saman og arbeiða víðari við tí, tey hava gjørt síðstu árini.

Fundurin endaði við at syngja fyrsta ørindi í tjóðsanginum.