Nógv bygging í Vága Kommunu

vinna16-09-2019 - 14:42 - Jóanis Nielsen

 Nógv sethúsabygging er í Vága Kommunu, bæði í Miðvági og Sandavági, har kommunan hevur gjørt stórar útstykkingar, men í triðu bygdini - Vatnsoyrar - har hevur kommunan eisini gjørt útstykkingar, men eingin áhugi er at byggja har í løtuni.

Myndin er tikin í dag, tað eru húsini hjá Mariannu og Jóhannus Ellefsen, ið verða reist við Kirkjar í Miðvági.