Nógv at gera hjá løgregluni í nátt

19-03-2017 - 09:36 - Jóanis Nielsen
Løgreglan hevur havt nógv at gjørt í nátt, les her um at ein maður var fluttur á Landssjúkrahúsið, og her um at tvey bilførarar koyrdu 138 og 139 km/t.

Afturat tí, so var løgreglan eisini í býnum, har teir gjørdu tað vanliga náttararbeiðið s.s. at taka sær av fullum- og avdotnum fólki.

Ein maður fær bót fyri ikki at akta løgregluna, tí hann fór ikki avstað tá ið hann var biðin um tað. 

Nakrir mans vóru farnir at takast, men tá ið løgeglan kom á staðið, vóru teir givnir. 

Ein persónur, sum tók taxa heim, vildi hvørki gjalda fyri taxatúrin, heldur ikki vildi hann fara úr bilnum, tá ið hann var koyrdur heim, løgreglan tók sær av manninum.