Nógv at gera hjá bjargingartyrluni seinastu dagarnar

19-05-2019 - 11:37 - Jóanis Albert Nielsen
Seinastu fimm dagarnar hevur ofta verið boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.

Tann 15. mai gjørdi bjargingartyrlan tveir sjúkraflutningar. Ein var fyrrapartin úr Skopun og ein var seinnapartin úr Froðba.

Tann 16. mai gjørdi bjargingartyrlan aftur ein sjúkrafluting úr Froðba.

Tann 17. mai vóru aftur boð úr Froðba eftir bjargingartyrluni, og seinni var tyrlan eystanfyri Føroyar eftir einum manni sum hevði fingið skaða umborð á Brimnesi.

Tíðliga í morgun vóru so aftur boð eftir bjargingartyrluni, tá ið ein persónur umborð á ferðmannaskipinum Plancuis hevði brúkt fyri hjálp. Plancuis var 50 fjórðingar eystur úr Føroyum.