NM talv: 5½ stig í gjár.

ítróttur16-02-2020 - 10:11 - Jóanis Nielsen

 NM Talv - Talvsamband Føroya: Dagurin í gjár hilnaðist okkara telvarum eitt sindur betri ennfyrsta dagin. Meðan stigini í gjár vóru 3½ íalt, gjørdust tey í dag 5½, og tað vóru serliga teir yngru telvarirnir, ið fingu stig.

Í yngsta bólkinum, E, taptu hvørki Brestir ella Petur í dag. Brestir telvaði bæði jøvn, meðan Petur vann tað fyrra og telvaði tað seinna javnt, móti Bresti. Ein góður dagur hjá teimum báðum.

Í bólki D vann Elias á Róki, og taptu teir báðir hitt talvið.

Í bólki C fingu Luitjen og Jón hvør sítt stig í dag. Luiten vann tað fyrra talvið, móti Jón, meðan Jón vann tað seinna móti íslendaranum Benedikt Thorisson, ið Luitjen eisini vann á í gjár.

Í bólki B taptu Leif og Flóvin bæði síni talv, men mótstøðan var eisini hørð.

Í bólki A var eisini soltið, men mótstøðan hjá Janusi og Rógva var somuleiðis hørð. Báðir møttu teir einum av favorittunum, norðmanninum Eivind Risting (2289), ið ikki fekk eina góða byrjan, men sum í dag fekk fult.

Úrslitini í gjár vóru hesi:

Bólkur A:
CM Leo Crevatin (2219) – Janus Skaale (1799) 1-0
Janus Skaale (1799) – FM Eivind Olav Risting (2289) 0-1

FM Eivind Olav Risting (2289) – Rógvi Mørkøre (1589) 1-0
Rógvi Mørkøre (1589) – Jaakko Takala (1686) 0-1

Bólkur B:
Leif Reinert Fjallheim (1996) – Sondre Melaa (2180) 0-1
Victor Muntean (1960) – Leif Reinert Fjallheim (1996) 1-0

Victor Muntean (1960) – Flóvin M. Tummasarson (1626) 1-0
Patrik Aalto (2080) – Flóvin M. Tummasarson (1626) 1-0

Bólkur C:
Luitjen Akselsson Apol (2039) – Jon I Horni Nielsen (1765) 1-0
Luitjen Akselsson Apol (2039) – Elias Keso (2177) 0-1
Jon I Horni Nielsen (1765) – Benedikt Thorisson (1653) 1-0

Bólkur D:
Ingvar Wu Skarphedinsson 1484 – Elias Petersen (1151) 1-0
Elias Petersen (1151) – Rókur Davidsen (1124) 1-0
Noah Krug Wahlgreen (1765) – Rókur Davidsen (1124) 1-0

Bólkur E:
Brestir Samuelsen (1191) – Tunav Chand Penki (1233) 0,5-0,5
Petur Gardar Magnussen (1000) – Brestir Samuelsen (1191) 0,5-0,5
Einar Dagur Brynjarsson (1121) – Petur Gardar Magnussen (1000) 0-1

5. og 6. umfar í morgin

Í bólki C hevur ein telvari trekt seg úr kappingini, og tískil fær ein telvari fríumfar. Í 5. umfari fellur fríumfari til Jón, ið tískil fær eitt stig fyri tað.

Í bólki A verður innanhýsisuppgerð millum Janus og Rógva.

Luitjen er tann av føroyingunum, ið hevur flest stig, 2, men tað er sera lítið sannlíkt, at tað kann røkka til eitt heiðursmerkjapláss. Í hesi kappingini eru ongi løtt talv, og í 5. umfari fáa allir telvarirnir harða mótstøðu.
Men tað er bara eitt at gera, serliga tá vit onki hava at missa, og tað er at herja á, og at taka kappingina sum eitt upplivilsi.

Paringarnar til 5. umfar eru hesar:

Bólkur A:
Rógvi Mørkøre (1589) – Janus Skaale (1799)

Bólkur B:
Adesh Easwaralingam (2128) – Leif Reinert Fjallheim (1996)
Flovin M. Tummasarson (1626) – Sander Stage-Steffensen (2105)

Bólkur C:
Casper Yukun Liu (2123) – Luitjen Akselsson Apol (2039)
Jón I Horni Nielsen (1765) – fríumfar 1-0

Bólkur D:
Elias Petersen (1151) – Noah Krug Wahlgreen (1765)
Rókur Davidsen (1124) – Aleksandr Hakkinen (1572)

Bólkur E:
Brestir Samuelsen (1191) – Gudrun Fanney Briem (1209)
Petur Gardar Magnussen (1000) – Matija Sakic (1444)