Nina vendir heim aftur

10-09-2019 - 07:41 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyingar fáa endiliga høvi at síggja føroysk-danska spælifilmin NINA, ið varð filmaður á Kalsoynni summarið 2017. Filmurin hevur nevniliga almenna frumsýning 12. septembur í teimum føroysku biografunum.

Filmurin er ein kærleikssøga um rithøvundan Ninu, sum í síni tráan eftir sjálvræði fer á eina heilt nýggja leið fyri at flýggja úr sínum einsemi. NINA, ið fer fram í Mikladali, hevur verið sýndur á filmsfestivalum kring heimin. Filmurin hevur millum annað verið á stórum festivalum sum Miami Film Festival í USA, á Lübeck Film Festival í Týsklandi og Molodist Kyiv International Film Festival í Ukraina.

Tað er tí stórt og spennandi, at filmurin endiliga kann sýnast í heimlandinum við einum góðskustempul frá viðurkendum festivalum. Filmurin kann síggjast bæði í Havn og í Klaksvík.

Atgongumerkir til Havnar Bio kunnu keypast her:http://bio.fo/Movie?MovieNo=19007

Atgongumerkir til Atlantis Bio kunnu keypast her:http://www.atlantis.fo/cinema/movie/19007

Ynskir tú at fáa meira at vita um filmin og ferðina hjá NINA, ber til at fáa gjøllari innlit á facebooksíðuni hjá NINA:https://www.facebook.com/NINASPILLEFILM/