Nikolina og Kristina skulu á Fólkating í morgin

Mentan28-01-2018 - 10:05 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun fóru Nikolina Ravnsfjall og Kristina Nattestad niður til Danmarkar, har tær í morgin skulu luttaka á Ungdómstinginum á Christiansborg.

Nikolina og Kristina ganga í 7. B, á skúlanum á Giljanesi, og hevur flokkurin arbeitt við uppskotum, sum er send Fólkatingum.

Flokkurin hjá teimum hevur í heyst arbeitt í samtíð við uppskotum at senda inn til Fólkatingið. Ingi Wiberg undirvísir í lærugreinini samtíð. 7.b hevði í heyst vitjan av Sjúrða Skaale fólkatingsmanni. Hann greiddi frá, fólkatingsarbeiði, hvussu politiskt arbeiði eru skipað, og um hvussu eitt broytingar uppskot verður tilevnað við arbeiðsbólkum og ráðgevum. Við hesum í skjáttuni arbeiddi 7. flokkur við uml. 16 uppskotum, harav 5 uppskot vórðu send inn.

Tað verða 60 bólkar við hvør sínum uppskoti við til ungdómsting á Christiansborg, 58 uppskot úr Danmark, 1 úr Grønlandi og 1 úr Føroyum sluppu ígjøgnum nálareygað.

Í januar mánaða hava bólkarnir arbeitt saman yvir netið, har tey skulu minka um innkomnu uppskotini, so tað verða uml. 24 broytingaruppskot, sum endaliga enda til viðgerðar í Fólkatinginum.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum í morgin. So um áhugi er ber til at fylgja við.

Samtíð er nýggj lærugrein í fólkaskúlanum í ár. Rigmor Dam landsstýriskvinna tók avgerð um, at lærugreinin skuldi inn um skúlagátt til skúlaárið 2017/2018.