Niðurstøðan hjá Landstýrismannanevndini er skelkandi

Politikkur19-08-2017 - 17:06 - Jóanis Albert Nielsen

Niðurstøðan hjá Landstýrismannanevndini er skelkandi. Politiskt tykist ikki samsvar at verða ímillum lógina og tað sum politiska ætlanin var. Ætlanin var at lánið skuldi gjaldast aftur við bummpeningi. At fáa at vita hvør upprunaliga ætlanin var, ber væl til. Annfinn Kalsberg, Edmund Joensen, Alfred Olsen, Karsten Hansen ,Finnbogi Arge ,Klæmint Weihe , Arni Poulsen, Niels Winther , fyri bert at nevna nakrar. So sæst beinanvegin, at útveganrkostnaðurin ikki var ætlaður at verða tað í nakrir leggja í orðið 13 ár eftir at lógin varð gjørd.
Landið hevur altíð rinda 100% fyri allar íløgur í infrakervið. Í undirsjóvartunlinum slapp landið við at rinda 160+235 milliónir. Um ætlanin var at víkja heilt frá siðvenju, so hevði tad sjálvandi verið nevnt positivt í lógini um fast samband, men tað er tað ikki. So galdandi siðvenja er sjálvandi galdandi: Landið setir pening í infrakervi hjá landinum.
Vágatunnilin kostaði smb H. Old 280 milliónir tá hann var liðugur. Tvs at 120 mill vóru eftir at gjalda í láni. Fyri at krevja hetta inn eru kravdar 310 milliónir krónur. Tað má verða nokk. Hendrik elskar at nevna 25 kr. Tað sum er so syrgiligt við hesum er, at hatta gjaldið er óneyðugt, forðandi og knallandi ósolidariskt.
Nú vit koyra eftir einum vegi er ikki neyðugt at krevja annað enn tað í verður kravt aðrarstaðir fyri at koyra eftir einum vegi sum vit øll eiga.
Meirkostnaðurin av viðlíkahaldi av undirsjóvartunlinum, ið mun til ein vanligan tunnil, svarar til tað sum 1 kilometur av landsvegi kostar í viðlíkahaldi um árið.
Fyri Føroyar er gott at undirsjóvartunlarnir eru komnir, so vit nú koyra heldur enn sigla. Politiska skipanin má fylgja við, so samfelagið fær fulla nyttu av tunlunum báðum.
Tad er júst tað ið løgtingið eisini hevur samtykt í ll 14-2002 Tad kann ikki góðtakast, at Vágoyggin og Leirvíksfjørður verða gjørd til avgjaldsstøð- Tí tað er órættvíst at borgarar landsins verða viðfarnir ymiskt . Tad kann ikki verða rætt at innføra økisappartheid í Føroyum .
Heilsan Marjus Dam fyrrverandi løgtingsmaður