Nicolina Therkildsen heiðrað við kongaligum heiðursmerki

Vinna01-07-2020 - 16:56 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag, 1. juli, hátíðarheldur Nicolina Therkildsen 50 ára starvsdag í Betri. Í hesum sambandi fekk hon kongaligt heiðursmerki fyri trúgva og sera góða tænastu.

Í 1970 byrjaði Nicolina Therkildsen í táverandi Tryggingarsambandi Føroya. Har starvaðist hon fram til 1980, tá hon byrjaði í táverandi Føroya Sparikassa, nú Betri Banka. Har hevur hon starvast til í dag og hátíðarheldur tí 50 ár í Betri samtakinum.

Nicolina hevur havt nógvar álitissessir í samtakinum. Hon hevur røkt allar sínar arbeiðsuppgávur við ágrýtni og drívmegi. Tað er týdningarmikið fyri Betri samtakið, at starvsfólk støðast og eru trúføst. 50 ára starvsdagurin hjá Nicolinu talar fyri júst hesum, og tí er tað ein gleði at heiðra hana við serstaka kongaliga heiðursmerkinum.