Mynd: KVF

Neyðugt at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri

Politikkur19-10-2021 - 16:31 - Jóanis Albert Nielsen

Stýrisformaðurin í Bústøðum fer at leggja uppskot fyri stýrið um at kanna virksemið hjá grunninum nærri. Endamálið er at laga Bústaðir til broyttu lógina á økinum, skipa ein skynsaman búskap og at hjálpa, har tørvurin er størstur

Í næstum skal stýrið í Bústøðum taka støðu til eitt uppskot frá stýrisformanninum um at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri. Uppskotið hevur til endamáls at styrkja tann sosiala partin og steðga byggingini av luksusíbúðum, sum bert tæna nøkrum fáum fólkum.

- Bústaðir skulu lagast til ein nýggjan veruleika í kjalarvørrinum á lógarbroytingini, sum var gjørd í vár. Vit skulu inn at veita skjóta hjálp, har tørvurin er størstur, og tað gerst bert, um vit fáa skipað búskapin í grunninum soleiðis, at virksemið verður bæði fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygt, sigur Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum.

Stýrisformaðurin vil í hesum sambandi eisini hava Almannamálaráðið at skipa tann sosiala partin betur, soleiðis at Bústaðir veruliga fáa hjálpt, har tørvurin er størstur. Harnæst skulu vanligir løntakarar hava møguleika at leiga bíligar bústaðir, sum skapa tryggleika og støðufesti í lívinum hjá teimum húsarhaldum, sum ynskja at búleikast undir teimum kørmum, sum Bústaðir í framtíðini fara at bjóða.

- Mítt mál er, at Bústaðir ongantíð skulu hava fyri neyðini at biðja pengar úr Landskassanum. Vit skulu brúka møguleikarnar í lógini at fáa í lag eitt gott samstarv við vinnulívið, pensjónsgrunnar og aðrar viðkomandi partar, har vit í felag byggja íbúðir og aðrar bústaðir, sum nøkta samfelagstørvin á eina skynsaman og tryggan hátt, sigur stýrisformaðurin í Bústøðum.

Hann vísir á, at neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri. Kanningararbeiðið skal tó ikki steðga teimum verkætlanum, sum eru í gongd.

- Í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum úti í sjónarringinum. Í verandi búskapi er t.d. ilt at fáa eyga á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, sigur Regin Hammer.

Hann leggur dent á, at hetta er ein spurningur, ið stýrið og leiðslan skulu fáa greiði á, og sum ikki eigur at órógva starvsfólk og dagliga virksemið í grunninum. Regin Hammer skilir kortini væl, at íkomna støðan kring stjóran er trupul fyri starvsfólkini.

- Eg harmist um, at støðan gjørdist so tyngjandi fyri starvsfólkini, men hetta er tíverri ein flúrur vit skulu sigla rundanum, áðrenn vit aftur kunnu halda eina trygga kós. Eg miði eftir, at vit finna eina loysn sum skjótast. Verkætlanir, sum stýrið hevur samtykt, verða førdar út í lívið, staðfestir Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum.

Bústaðir eru m.a. í løtuni í ferð við nýggjar bústaðabyggingar í Norðagøtu, við Dalavegin og á Heimasta Horni í Havn. Harumframt verða reistir búfelagsskapir í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn og barnabústovnar í Suðuroy, Vágum, Eysturoy, Klaksvík og Tórshavn.