Neyðugt at bøta um eftir politiska ódn

Politikkur30-12-2016 - 23:06 - Jóanis Albert Nielsen

Myndin er tikin, tá Heðin Mortensen í kvøld ynskti Anniku Olsen tillukku við borgarstjórasessinum. Annika Olsen byrjaði við at takka fyri álitið og segði, at tað var við størsta eyðmjúkleika, at hon tók yvir borgarstjórasessin. Samstundis veitti hon Heðini Mortensen eina hjartans tøkk, millum annað tí at hann hevur verið ímyndin av Tórshavnar kommunu seinastu 12 árini.

Síðan legði hon fram politisku ætlaninar hjá samgonguni á fleiri økjum og endaði við at vísa til ódnirnar seinastu dagarnar, og segði, at eftir eina og hvørja ódn er neyðugt at bøta um og gera gott aftur tað, sum farið er. Tí beyð hon eisini andstøðuni eina útrætta hond við ynski um gott samstarv, skrivar torshavn.fo.