Neyðtøkumál í Havn

15-12-2018 - 17:04 - Jóanis Albert Nielsen

Ein 60 ára gamal maður er varðhaldsfonglsaður í dag, fyri at hava neyðtikið eina 52 ára gamla kvinnu í Havn.

Politiið fekk í morgun kl. 06.37 fráboðan frá eini 52 ára gamlari kvinnu um, at hon var neyðtikin á einum búðstaði í Havn í nátt. Kvinnan er avhoyrd og læknakannað í morgun, eins og vitnir eru avhoyrd.

kl. 10.05 í morgun handtók politiið ein 60 ára gamlan mann, og skuldsetti hann fyri neyðtøkuna.

Hann varð framstillaður í grundlógaravhoyring kl. 14.00 í dag har hann var varðhaldsfongslaður í 4 vikur, soleiðis at hann ikki kann ávirka vitnir og harvið forða kanningararbeiðinum.

Fleiri avhoyringar og tekniskar kanningar skulu gerst í málinum.