Vit mugu standa saman og halda fokus

Politikkur21-08-2013 - 03:29 - Jóanis Albert Nielsen

Takk fyri læruríka aftursvarið, Sjúrður Skaale. Havi ikki nógv at leggja afturat. Tú hevur gjørt greitt, hvat tú heldur um uppboðssøluna, og hvønn týdning tað hevurfyri samfelagið, men tað er einki nýtt undir sólini.

 

Standa saman

Tað er ein sannroynd, at politiska skipanin er ósamd um, hvussu fiskivinnan skal stýrast, men tað er ikki tað, sum stríðið við ES snýr seg um. Spurningurin er, um vit skulu hava størri rætt til sild og makrel. Um vit halda fram við at góðtakavánaliga býtið, ella um vit krevja okkara tjóðarrætt. Her er politiska skipaninsamd. Vit eiga størri lut av stóra ríkidøminum. Tað er orsøkin til, at ES seturrevsitiltøkini í verk. At Føroyar verða útihýstar frá donskum og ES havnum. At Føroyarstanda við sviðið soð, tí lobbyistarnir hava bilt Damanaki inn, at Føroyar oyðafiskastovnin. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu halda okkum til.

 

Halda fokus

Vit verða noydd at halda fokus, um vit skulu vinna stríðið. Halda fokus, ikki flyta tað, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, royndi í kjakinum í Klaksvík. Tað var óneyðugt at samantvinna stríðið við ES við uppboðssøluna, tí er tað nakað, sum spjaðir flokkararnar, er tað uppboðssølan. Tað er ein innanhýsis bardagi, sum flokkarnir taka, tá kvoturnar verða ásettar av nýggjum. Vit vinna ikki við at stríðast innanhýsis. Tað er tað, sum lobbyistarnir vilja. At vit stríðastokkara millum, so hava teir betri argument fyri, hví vit ikki eiga størri kvotu. Latið okkum heldur standa saman, meðan ES útihýsir Føroyum. Haldafokus, meðan bylgjurnar bróta. Vit mugu ikki stríðast innanhýsis, men standa saman og halda fokus, meðan stríðið við ES heldur fram…

 

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin