Vit mugu hava bústovnatrygd

politikkur11-03-2021 - 15:17 - Jóanis Nielsen

Stórt kjak stóðst av fyrispurningi mínum til landsstýrismannin í heilsumálum um støðuna hjá teimum, sum liggja á seingjadeildini á sjúkrahúsunum, tí ov fá røktarheimspláss ella bústovnapláss eru tøk. Kringvarp Føroya tók hesa avbjóðing til viðgerðar í fjølmiðlinum og vísti á akutta tørvin hjá vanliga borgaranum. Hetta hevur verið ein avbjóðing í fleiri ár, men fáir batar eru at hóma.

Okkara ríka vælferðarsamfelag eigur at lofta veikastu borgarunum. Tí er henda støða als ikki í lagi. Eitt av aðalmálunum hjá landsstýrinum er at veita viðgerðartrygd til sjúklingar. Málið er, at sjúklingurin skal hava viðgerð innan 30 dagar. Hetta er eitt gott mál at seta sær, og eg vóni, at tað verður rokkið á øllum sjúklingaøkjum.

Havandi í huga tørvin á búplássi á bústovnum fari eg tí at leggja uppskot um at bústovnatrygd innan eitt ávíst áramál fyri tingið á ólavsøku. Vit eiga at raðfesta íløgurnar í samfelagnum soleiðis, at veikastu borgararnir hava trygd fyri einum bústovnatilboði innan 30 dagar, um tørvur er á hesum.

Vit kunnu ikki liva við, at vit mangla bústovnatilboð ár eftir ár. Her eiga vit at raðfesta øðrvísi.

Kommunurnar burdu eisini raðfest bygging av eldraíbúðum og ellis- og røktarheimum frammarlaga og sett sær sama aðalmál fyri eldraøkið.

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin