Vinnukvøld í kvøld á Oyrabakka

vinna16-09-2019 - 15:02 - Jóanis Nielsen

Í sambandi við mentanardagarnar 2019 bjóðar kommunan øllum vinnulívsáhugaðum til vinnukvøld, ið setir ljós á vinnulívið her í økinum. Tiltakið verður í Eydnuni á Oyrarbakka. Eisini verður leskiligt ábit at fáa.

Lagt er upp til eitt kveikjandi og áhugavert vinnukvøld í Eydnuni á Oyrarbakka 16. September kl. 19.00. Í ár fáa vit vitjan av fleiri áhugaverdum gestum sum umboða ymiskar vinnugreinar.

Fyrsti gesturin er Ruben busk, stjóri og kokkur í fyritøkuni Matsmiðjan í Hósvík. Ruben kemur at greiða frá virkseminum hjá Matsmiðjuni og søguni um ræstkjøtaburgarin sum hann hevur ferðast kring oyggjarnar við. Ruben kemur eisini at borðreiða brellbitar fyri aftaná.

Annar gesturin er Søren Svenning Danielsen, eigari av fyritøkuni Care on Sea í Hvalvík. Søren Svenning hevur drúgvar royndir við bátabygging og umvæling. Hann kemur at greiða frá virkseminum í Hvalvík og hvørjar framtíðar ætlanirnar eru við virkseminum.

Triðji gesturin Regin Jacobsen, stjóri í alifyritøkuni Bakkafrost. Regin kemur at greiða frá teirra virksemi, hvar alt byrjaði og hvussu ein familjufyritøka hevur vaksi seg til at gerast ein av heimsins størstu alifyritøkum. Regin kemur eisini at greiða frá teirra virksemi við Gjógv og aðrastaðni í kommununi.

Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið mánakvøldið 16. september kl.19.00 verður eitt sera spennandi og áhugavert tiltak.

Øll eru hjartaliga vælkomin