VÍF vann 27-24 í Hoyvík - myndir

ítróttur17-11-2014 - 01:16 - Jóanis Albert Nielsen

Oddadysturin í Hoyvík millum H71 og VÍF gjørdist ein sera spennandi dystur, har VÍF í seinastu minuttunum dróg longra stráðið. Um H71 hinvegin vann, so høvdu teir møguleika at koma 12 stig og kappast við VÍF um 1. plássið, VÍF hevði áðrenn dystin í dag 14 stig, men H71 hevur leikt ein dyst minni.

Spenningurin helt sær allan dystin, hálvleiksstøðan gjørdist javnleikur 11-11 í 50. min. var støðan 21-21, men VÍF vann og fór við báðum stigunum, teir liggja nú klárt fremst við 16 stigum. - Sí stigatalvuna niðast.

 H71: Ári E. Dam, Hanus Kristiansen, Oddur Bech, Mark L. Marcher 4, Rúni Højgaard 5, Djóni Højgaard, Pætur Thomsen 1, Hallur Biskopstø 6, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Jesper Pedersen 2, Helgi Hoydal 4, Tróndur Arge 1 og Hilmar Leon Jakopsen.

VÍF: Sjúrður Olsen 1, Teis M. Rasmussen, Agnar Olsen 2, Julian Olsen 6, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson 3, Mads Eriksen 3, Hanus Christophersen, Filip Jojic 6 og Sjúrður Nielsen.

Støður í dystinum:

5. min. 0-0

10. min. 2-2

15. min. 5-5

20. min. 7-6

25. min. 8-9

30. min. 11-11

35. min. 13-13

40. min. 15-16

45. min. 19-20

50. min. 21-21

55. min. 23-24

60. min. 24-27

Dómarar: Heri Petersen og Tummas Juul Thomsen

Áskoðarar: 300

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92431974616
2Kyndil92101842613
3H7181991663310
4Neistin9201231-307
5KÍF8205217-126
6StÍF9216236-204
7Team Klaksvík8188231-434