VÍF vann 19-17 á Kyndli eftir hálvleiksstøðuna 6-11 til Kyndil

ítróttur11-11-2013 - 00:04 - Jóanis Nielsen

Elektrondeildin: VÍF hevði í dag vitjan av Kyndli, talan var up toppdyst, Kyndil lá ovast við 8 stigum og VÍF hevði áðrenn dystin í kvøld 6 stig.

Tað var Kyndil, sum legði nógv betri út í fyrra hálvleiki, tá ið 15 min. vóru leiktir førdi Kyndil 6-2, tær hildu eisini leiðsluna allan fyrra hálvleik og kundu fara til hálvleik við leiðsluni 6-11.

Men í seinna hálvleiki kom vend í, Kyndil fekk útvísing í 3 og 7 min. - VÍF kom uppá 9-11 í 5 min., men Kyndil svaraði aftur við málum í 8., 9. og 11 min. soleiðis at støðan tá gjørdist 9-14 til Kyndil, MEN so kom stígur í hjá kyndlakvinnunum, tær fingu bara 3 mál restina av dystinum, harav vóru 2 brotskost - t.v.s. at tær bara fingu 3 mál í 19 teir seinastu minuttirnar ímeðan VÍF kvinnurnar fingu 10 mál og vunnu dystin við 19-17.

VÍF: Steinbjarta Hamasdóttir, Viviann Petersen, Liljan Durhuus, Annikka Poulsen, Fríða Marjunardóttir, Tóra Seloy 4 mál, Agnass Olsen 3 mál og tvær útvísingar, Elin Hansen 1 mál, Durita Christoffersen 5 mál, Durita Ljóstein 5 mál og eina útvísing, Daniella Joensen og Rakul Joensen.

Kyndil: Røksva S. Nielsen, Kristina Griksaite, Jórun Ludvig 2 mál og eina útvísing, Bara K. Hansen, Anna S. H. Mohr 2 mál, Bjarta Johansen 1 mál og tvær úvísingar, Anja Heinadóttir, Anna Brinines 1 mál, Simona Petersen 9 mál, Annika Sigurðardóttir 2 mál, Guðrun Olsen og Beinta Barðadóttir.

Støður: 5. min. 2-3 10. min. 2-5 15. min. 2-6 20. min. 4-6 25. min. 4-9 30. min. 6-11 35. min. 9-11 40. min. 9-13 45. min. 13-14 50. min. 15-15 55. min. 18-16 60. min. 19-17

Dómarar. Uni Wardum og Dánjal Samuelsen.

Áskoðarar: 175.


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF6153127268
2Kyndil6124103218
3VB6159147127
4Neistin5122109136
5Stjørnan6123156-333
6StÍF5100139-392