Videoupptøka av grindadrápinum í Hvannasundi

Mentan04-11-2013 - 05:11 - Jóanis Nielsen
Zacharias Hammer hevur gjørt hesa frálíku upptøkuna.
1. november varð grind funnin út fyri Skarð á Kunoynni. Hon varð rikin norð á Hvannasund og hildin til um kl.13 . Drápið gekk væl og gott 80 hval løgdu beinini.
Grindin varð skift í drápspartar og í húspartar til Klaksvík. Hygg eftir hvussu skjótt hvalurin doyr, eftir at hann er stungin við sonevnda "mønustingaranum" Síðani verður hann skorin á háls. Betur kann ein avlíving av grindahvalinum neyvan gerast.
Hygg eftir upptøkuni her.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=QayUjPoiTmE]