Við JÓSUP kring Vágar - myndir

myndir13-06-2020 - 10:26 - Jóanis Nielsen

 Í gjárkvøldið gjørdi JÓSUP ein túr kring Vágar. Av Sørvági varð farið Út um Sund (Dragasund), síðan eystur við Sørvágsbjørgunum, inn í Munkastovu, eystur við Miðvágsbjørgunum, undir Trøllkonufingur, norður gjøgnum Vestmannasund, upp á Slættanesi, har tey 50 ferðafólkini fingu góðan matpakka og frágreiðing um Slættanes. Síðan var farið norður um Slættanestanga, vestur við Sandavágs- og Miðvágsbjørgunum vestur á Víkar, haðani út á Barðið og so inn á Sørvág, har vit komu á midnátt.

Vit tóku nógvar myndir - sí niðanfyri.