Veturgamal veðrur úr Tindhólmi vág 101 pund

Vinna29-10-2013 - 03:22 - Jóanis Nielsen

 Í farnu viku vóru bíggjarmenn í Kollaraurðini í Tindhólmi eftir tveimum veðrum. Tað vísti seg beinanvegin, tá ið teir høvdu fingið fatur á veðrunum, at teir vóru avbera stórir. Tá ið flett var, vísti vektin 101 og 76 pund - báðir veturgamlir.

Myndirnar eiga Tróndur Niclasen og Áki Hansen.