Mynd: Ása Wenningstedt

Vestanstevnurenning og tri mini sprint 2020

ítróttur13-07-2020 - 10:22 - Jóanis Albert Nielsen

Kom við til Vestanstevnurenning. Í ár er Vestanstevnan í Miðvági 17.-19. juli. Í hesum sambandi skipar Frælsi fyri fýra tiltøkum. Barnarenning, vaksnamannarenning og tri mini sprint verða fríggjadag á Vestanstevnu kl. 17:00, vit hittast við Gamla hondbóltsvøllin.  Har afturat verður gang og renn fyri heilsuna leygarmorgunin.

 

Tri mini sprint verður fyriskipað saman við Føroya Triathlon Felag.

 

Barnarenning

Í ár er Frælsi aftur farið undir at bjóða barnavenjing og nú gleða vit okkum til at síggja tey kappast. Øll eru vælkomin at luttaka. Teinarnir, tey renna eru 1 km og 3km. Kappast verður í bólkunum børn og unglingar.

 

Vaksnamannarenning

Hetta er ein sonevnd býar-renning, har runnið verður í miðstaðarøkinum. Teinurin er 5 km. 

 

Tri mini sprint

Sum nakað nýtt verður eisini skipað fyri einum minisprint, har svomið verður 400metrar á vágni, súkkla 10 km og síðani runnið 3 km. 

Tað er eitt krav at svimja í vátdrakt og hettu.

Hvør luttakari skal hava ein kassa /ílat/balju við, har klæðir/útgerð hjá viðkomandi kann verða í. Áðrenn farið verður at svimja, verður kassin stillaður inni í økinum við hondbótlsvøllin. Tá liðugt er at svimja, rennur hvør atletur til sín kassa, letur seg í tað man vil til súkklingina, og koyrir brillur, vátdrakt, hettu og annað frá svimjingini í kassan. Síðani tekur man súkkluna, og rennur út úr skiftu sonuna við súkkluna við honum, áðrenn ein kann fara uppá súkkluna. Tá liðugt er at súkkla, ferð man av súkkluna áðrenn man kemur inn aftur í skifti sonuna. Tá koyrir man evt súkkluskógvar í kassan, og tekur renniskógvarnar úr kassanum. Soleiðis hevur hvør luttakari stýr uppá sína egnu útgerð ígjøgnum kappingina.

Súkkling: Tað er ikki loyvt at drafta í súkklingini, hald minst 10 metra frástøðu. Kappingarnar eru á opnum vegið so vanligir ferðslureglar eru galdandi. Tó verða fólk á rutuni, og royna at hjálpaí støðum har nógvur trafikkur kann væntast. Royn og hav tað etandi og drekkandi tær tørvar við á súkkluni. Um tað er neyðugt við einum eyka drekkidunki ber til at skriva navn á hendan, og lata okkum hann, so fæst hann í depotinum.

Renning: Her verður einki depot

Kappingarnar byrjar báðar kl 17.00, luttakararnir skulu møta seinast kl 16.00. 

Race brifing er kl 16.30, tá skal øll útgerð verða klár, og sett har hon skal.

Heiðursmerkið verður latið til 1.2.3 í hvørjari grein hjá bæði kvinnum og monnum

Kostnaður og tilmelding

Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr fyri allar teinarnar. 

Um tit hava spurningar, kunnu tit kontaktað Arnfinnur Helmsdal á tlf.: 243543.

Seinasta freist at melda til tri mini sprint er mikudagin 15. Juli kl. 18.00 á www.frælsi.fo

Til ber at tekna seg til barna- og vaknsnamannarenning á www.frælsi.foella á staðnum. 

Frælsi bjóðar ein kaffimunn og okkurt afturvið aftaná kappingarnar.

Gang og renn fyri heilsuna

Leygarmorgunin kl 10:00 verður gang og renn fyri heilsuna og hesa ferð hittast vit við Miðportur og ganga og renna út í Nípu. Frælsi bjóðar kaffi og kaku aftaná.