Verður logið fyri okkum?

Politikkur30-08-2019 - 19:41 - Jóanis Albert Nielsen

ú er so mangt á gosi. Tað er ikki bert tí vit hava løgtingsval í morgin, men eisini av tí at Trump forseti hevur biðið Danmark um at sleppa at keypa Grønland (og harvið Føroyar).

Grønlendski loysingarmaðurin Pele Broberg hevur ført fram, at um so er, at USA vil gjalda Grønlandi tað sum Danmark letur í blokkstuðli, so er orsøk til at taka loysingina frá Danmark og sum sjálvstøðugt ríki samstarva við USA. Samsvarandi sjónarmið kunnu vit eisini hoyra í Føroyum.

Hetta sjónarmið sleppur donsku stjórnini alt ov lætt frá teimum brotsverkum, sum teir hava gjørt ímóti grønlendingum og føroyingum. Síðani 22. mars 1848 hava teir havt skyldu til at lata okkum hava fult sjálvstýri, men teir hava logið fyri okkum og uttan heimild forðað okkum at fáa tað sjálvstýri vit hava rætt til. Tá vit í 1946 á fólkaatkvøðuni samtyktu at vit ikki skuldi lata teir stýra okkum og grønlendingunum, sendu teir krigsskip til Føroya at reka løgtingið til hús.

Síðani hava teir keypt sær til undirtøku við at gjalda okkum ein part av almennu útreiðslunum. Hetta ger, at nøkur her sleppa bíligari í skatti, og tey eru so glað fyri henda skattalætta, at tey vilja lata danir stýra. At geva einum øðrum ríki pening er at leggja seg upp í innanríkismál í hesum ríki, og tað hevur Danmark við sáttmála við okkum bundið seg til ikki at gera. Danski stuðulin er tí ólógligur.

Neyðugt er tí at ýta av av nýggjum. Saman við grønlendingum skulu vit fáa okkara egnu stjórn, sum vísir dønum á, at vit ongan stuðul skulu hava frá teimum. Av tí at teir hava skeiklað alt okkara samfelag í so nógv ár við at oysa stuðul niður í okkum, skulu teir her og nú gjalda okkum eina so stóra upphædd, at árliga rentuinntøkan av henni svarar til tað, sum teir í løtuni gjalda til okkara. Her eru ikki bert útreiðslur til blokk um at tala, men allar aðrar útreiðslur okkum viðvíkjandi: útreiðslur til hernaðarmál, løgreglu, fólkating, hægstarætt, útreiðslur av okkara lesandi á lærustovnum í Danmark og mangt og hvat annað, sum ein nágreinlig kanning kann avdúka.

Tá vit hava fingið hesa upphædd útgoldna, kunnu vit lata teir sleppa undan øðrum krøvum, sum teir høvdu kunna fingið frá okkum fyri tann yvirgang, teir hava gjørt ímóti okkum tey farnu 171 árini. Harvið eru teir slopnir bíliga.

Okkara vinningur er at vit fáa frælsi til at stýra okkum sjálvum. Higartil hava danir givið okkara politikarum pengar fyri at stýra okkum illa. Stýra teir so illa, at teir gera tað óliviligt hjá okkum, so fólk flyta av landinum, fáa teir fleiri pengar.

Nú fer hetta at halda uppat. Vit hava fingið eina upphædd, og nú skulu okkara poltikarar húsast við henni. Duga teir væl at húsast, kunnu veljararnir taka undir við teimum. Men tað kann eisini vera, at teir oyðsla burtur ogn okkara. Tá eru tað vit og eingin annar, sum kann taka í herðatoppin á teimum og sleppa okkum av við teir.

Eingin ivi er um, at fingu vit eina slíka skipan, so høvdu vit kent okkara vitjunartíð og tikið annað skinn um bak. Her býr eitt gott fólk í einum góðum landi. Okkara landsmenn eru dugnaligir og klára seg væl um allan heim.

Hví skuldu vit ikki, um vit sluppu undan tí donsku uppíleggingini, megnað at fingið eina skipan í lag so at øll tey, sum her eru fødd, kunnu liva við sømd í fosturlandinum?

Einki forðar hesum, og takkað verið Trump og Frederiksen er rætta sjálvstýrsløtan her og nú!

Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris