Veðrið í dag og í morgin

tíðindi21-08-2013 - 14:02 - Jóanis Nielsen

 Tað er av fagrasta veðrið vestanfyri í morgun, tað verður tað eisini  allan dag og í morgin við. Í morgun er ættin útnyðringur, vindferðin er 2-3 m/sek og hitin í dag fer at liggja um 12-13 stig.

Í morgin verður ættin landsynningur, sama veður sum í dag, tó veksur vindurin í annaðkvøld til 9 m/sek.

Sum sæst á seinnu myndini niðanfyri av Nólsoyðarfirði, so er av fagrasta veðrið í Havn í morgun.