Vágafólk hava goldið sín part

Politikkur12-07-2020 - 20:38 - Jóanis Albert Nielsen

Vit eiga í størstan mun at fíggja og bera raksturin av okkara tunlum, farleiðum og vegum á einum samhaldsføstum grundarlagi. Men at nú krevja av júst norðingum og vágafólki at tey skulu bera kostnaðin fyri eysturoyar, sandoyar og suðuroyartunnilin er skeivt. Tí hesi øki hava longu í fleiri ár goldið sítt serliga íkast til samferðslukervið við tunnilsgjaldinum. At seta økisskatt ella brúkaragjøld á ávís økir í landinum hevur lítið við samhaldsfesti at gera, heldur øvugt. Brúkaragjøld kunnu verða neyðug eina tíð, men eiga ikki verða eitt høvðusgrundarlag undir tunnilsverkætlanum. Skal inntøkugrundarlagið víðkast, so skulu øll vera við at bera kostnaðin.

Sjálvandi skulu vit byggja tunlar, brýr og vegir. Vit eiga tó at minnast til, at landsundirstøðukervið er og eigur framhaldandi at verða ein landsuppgáva, bæði at gjalda, reka og røkja. Landsskattur og vegskattur eru samhaldsfastar skipanir, har allir borgarar í landinum rinda sín part. Vit, sum eiga akfør gjalda øll vegskatt, bensin og oljuavgjald og akfarsskrásetingargjøld til m.a. viðlíkahald av vegakervinum og tunnilskervinum. At peningurin ikki verður brúktur har, men fer til annað virksemi, er ein onnur søk. Tað snýr seg um raðfestingar. Her er kanska okkurt at endurskoða.

Vit mugu minnast til, at Vágoyggin, Norðoyggjar, Sandoyggin og Suðuroyggin hava bert eina farleið. Vit hava nógvar tunlar í Føroyum, men skulu vit hugsa um kostnað og avkast av øllum tunlum í Føroyum, vórðu fáir boraðir. Vit eru eitt oyggja- og fjallaland, og tí er neyðugt at gera ferðaæðrarnar so góðar og smidligar sum gjørligt.

Ferðafólkaskip hava siglt millum oyggjarnar áðrenn undirsjóvartunlarnir vórðu borðaðir. Rakstur og viðlíkahaldið av hesum er fyri ein part spart burtur. Strandferðsluskipini eru ikki bílig at viðlíkahalda og endurnýggja. Vit vita at Smyril kostar uml. 75-100 mió um árið. Eitt nýtt skip kostar 1. mia.kr. Árligi raksturin av farleiðini í dag, fíggjar bróðurpartin av einum undirsjóvartunli til Suðuroynna. Eftir 40 árum er allur peningurin, tað kostar at byggja ein tunnil, vunnin inn aftur. Sama mynstur hevur verið við hinum undirsjóvartunlunum. Teir hava spart landinum nógvan pening, og fara at gera tað í framtíðini eisini. Vit mugu síggja hesar íløgur sum varandi, eisini fyri okkara eftirkomarar.

Setið ikki økini upp í móti hvørjum øðrum

Tað er undrunarvert, hvussu stóran tørv nógv hava á at seta økini í Føroyum upp móti hvørjum øðrum. Vit áleggja vágafólki og norðingum at eiga grundarlagið undir øðrum tunnilsverkætlanum. Hetta er órættvíst og hevur onki við veruleikan at gera. Tí vit skulu øll eiga grundarlagið! Vit hugsa snævurskygt og síggja ikki stóru myndina av Føroyum sum framkomið oyggjaland, har vit skjótt kunnu koyra til flestu oyggjar í Føroyum. Hetta er okkara felags íløga.

Tunlarnir eru fyri okkum øll, og tí eiga teir at fíggjast av okkum øllum gjøgnum m.a. vegskattin. Hetta er samhaldsfast.

Um brúkaragjøld eru framtíðarvegurin, hví hava vit so ikki brúkaragjøld í øllum tunlum, vegum og brúgvum í Føroyum? Hetta hevur vælsaktans kostað landinum nógvan pening. Svarið er, at hetta gjalda vit gjøgnum skattin, bensin og oljuavgjøld og skrásetingargjøld á akførum.

Oyggjafólk og útjaðarin mugu virðast hægri enn tað, vit uppliva í dag. Gevist við at seta økini í Føroyum upp móti hvørjum øðrum. Eru almenn partafeløg loysnin, skulu brúkaragjøldini ikki brúkast undir orðinum samhaldsfesti, har eitt økið skal mjólkast fyri pening. Privatisering byggir ikki á samhaldsfesti, men á profit.

Vágafólk og norðingar hava goldið sín part og eiga ikki at brúkast sum jarnbrot í øðrum verkætlanum. Síggið tunnilsverkætlanir sum eina framtíðaríløgu, sum samfelagið stendur fyri og rindar.

Heldur enn at tosa um eitt stórt alment tunnilspartafelag, eiga vit at endurskoða verandi skipanir, soleiðis at raksturin av felags undirstøðukervi okkara í so stóran mun sum til ber verður fíggjaður yvir samhaldsføstu skipanirnar við vegskatti, bensin- og oljuavgjaldi og skrásetingargjaldi.

Standa vit saman, fáa vit eisini fleiri stórar verkætlanir framdar til frama fyri okkum øll.

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin