Rithøvundarnir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen fingu handaðar blómur.

Vága samferðslusøga komin út í bók

Mentan12-11-2013 - 02:41 - Jóanis Nielsen

 Almenn framløga av bókini - VÁGA SAMFERÐSLUSØGA - var í Vága floghavn í kvøld.

Heilt nógv fólk høvdu leitað sær í terminalin á flogvøllinum. Tað var eisini ein sera hugnalig løta, har fyrst borgmeistarnir í oynni førdu fram røður. Rithøvundarnir greiddu frá arbeiðinum at skriva bókina. Fyrstu 4 bøkurnar vórðu lætnar til Lars Larsen í Tórshavn, Alfred Olsen í Vestmanna, Hassa Hansen í Miðvági og Finnboga Niclasen í Sørvági.

Vágakórið setti sín dám á løtuna.

Kaffi og køkur vórðu boðin.

Nógvar bøkur vórðu seldar og signeraðar av høvundunum.

Bókin er eitt stórverk við 480 bls. og við meira enn 400 myndum. Bókin kostar kr. 395,-