ÚTGÁVUKONSERT VIÐ KVARTETTINI Í BETESDA

Mentan30-10-2013 - 20:55 - Jóanis Nielsen

Leygarkvøldið 2 nov kl. 21 verður útgávukonsert í Badmintonhøllini í Klaksvík við Kvartettini í Betesda.

Kvartettin í Betesda, sum byrjaði sítt virksemi fyri 45 árum síðani, hevur verið í USA og innspælt eina nýggja fløgu og kemur hon út í samband við útgávukonsertina.

Fløgan hevur fingið heiti Dýrdarlandið og inniheldur 13 sangir.

Kvartettin er kend fyri vakrar og góðar harmoniseringar, sum eisini hoyrist aftur á nýggju fløguni, tónleikurin er lættur og lurtaravinarligur.

Á útgávukonsertini kemur Kvartettin at framføra sangir av nýggju fløguni.

Á konsertini luttekur bólkurin Zamar eisini.

Tað verður ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina

Aftaná konsertina bjóðar kvartettin til ein drekkammun og høvi verður at ogna sær nýggju fløguna.