Úrslitið av kirkjuráðsvalinum í Miðvági

Mentan06-11-2013 - 02:26 - Jóanis Nielsen

 Kl 20 lótu valdyrnar aftur. Tá høvdu 172 fólk greitt atkvøðu. Hetta eru 23,4 % av teimum sum hava valrætt.

Fyri 4 árum síðani høvdu 226 fólk verði á val, so at valið í ár var nakað slakari enn seinast. Orsøkin kann verða at einans ein listi var hesuferð.

Soleiðis sær valbýti út:

Kaj Egon Fagraberg  32 atkvøður

Randi Reinhold Niclasen  30 atkvøður

Jón Eirik Joensen  26 atkvøður

Michael Mikkelsen  22 atkvøður

Annbritt Toftegaard  20 atkvøður

Katrin Jørgensen  19 atkvøður

Mads Karlo Johannesen  13 atkvøður

Frívør Ellefsen   6 atkvøður

Dánjal Joensen   4 atkvøður

 

Sostatt er nýggja kirkjuráðið í Miðvágs Kirkju mannað av: Kaj Egon Fagraberg, Randi Reinhold Niclasen, Jón Eirik Joensen, Michael Mikkelsen, Annbritt Toftegaard og Katrin Jørgensen. Fyrsti varalimur er Mads Karlo Johannesen og næsti varalimur er Frívør Ellefsen.

Annars er at siga at valgongdin var soleiðis: Kl 13 høvdu 26 verið á val Kl 15 høvdu 45 verið á val Kl 17 høvdu 73 verið á val Kl 18 høvdu 111 verið á val Kl 19 høvdu 134 verið á val Kl 20 høvdu 172 verið á val, skrivar mk.fo