Uppboðssølan av veiðirættindum avtakast - og hvat so

politikkur30-08-2019 - 14:40 - Jóanis Nielsen

Uppboðssølan av veiðirættindum avtakast - og hvat so!

Orsøkin til, at fyrrverandi fiskivinnuskipanin bleiv avtikin var, at hon var ikki í javnvág, og at ov nógv rættindi vóru endaði á ov fáum hondum.

Eisini blivu summi økir avtoftað við kvotum. Nevnast kunnu; Suðuroyggin, Sandoyggin, Vágoyggin og Streymoyggin. Kvoturnar endaðu allar í norðurøkinum.

Nú, ið nýggja skipanin er komin í gildið, sær út til at størsti parturin av uppboðssølukvotunum framvegis enda í norðurøkinum.

Eg haldi, at ØLL uppboðssøla av veiðirættindum skal avtakast

Eg haldi IKKI at tann parturin, sum er seldur á uppboðssølu skal lutast út til teir, sum framman undan hava keypt uppboðssølukvotur.

Tær skulu deilast út til reiðarí í hesum áðurnevndu oyggjum, sum hava havt sera truplan rakstur seinastu nógvu árini. Øll hesi reiðarí fáa tað betur og allar Føroyar fáa tað betur.

Um hettar ikki verður gjørt, so eiga tey 4 stóru reiðaríini í Klaksvík, Gøtu og Fuglafirði øll reiðaríini í Føroyum, innan stutta tíð.

Eg komi at arbeiða fyri, at ALLIR sjómenn og ØLL økir í landinum kunnu vera við í góðu gongdini, nú ein mia. kr. meira rennur inn í búskapin av nógva fiskiríkidøminum, um eg verði valdur á Løgting.

Blíðar heilsan og gott Fólkafloksval

Hans Andrias Kelduberg

Valevnið Fólkafloksins