Umhvørvisdagar 11 til 15 juli

ítróttur11-07-2020 - 11:12 - Jóanis Albert Nielsen

Umhvørvisdagar eru í Vága kommunu dagarnar 11 til 15 juli.

Leygardagur 11. juli:

Borgarar í Vága kommunu rudda í egnum umhvørvi og býlingum.

Kl. 21.30 Felags hugni um kvøldið við báli og felagssangi á sandinum í Sandavági.

Umhvørvisplássið er opið frá kl. 14:00-19:00.

Mánadagur 13. juli:

Rudda í grannalagnum. Ruskposar kunnu heintast á kommunuskrivstovuni. Arbeiðsfólk hjá kommununi koyra runt og taka ruskposar o.a.

Umhvørvisplássið er opið frá kl. 16:00-19:00.

Týsdagur 14. juli:

Kl. 16.00 Strandarudding

Vit rudda tara og annað burturkast niðri á sandinum og fram við Leitisvatni.

Umhvørvisplássið er opið frá kl. 16:00-19:00.

Mikudagur 15. juli:

Kl. 16.00 Kommunan letur plantupakkar. Veljast kann ímillum 5 ymisk sløg av plantum. Tað er ein størri planta pr. húski.

Kl. 18.00-19.30: Kjak um burturkast, sankutøð og seyðatálg.

Royndarverkætlan at samla lívrunnið burturkast frá húsarhaldum til sankutøð. Súsanna Berg, umhvørvisleiðari á IRF, eisini kend frá útvarpssendingini Umhvørvi og eg, greiðir frá.

Borgarar í kommununi kunnu tekna seg at vera við í verkætlanini.

Á nýggjárinum er gamalt at seta blikk upp fram við vegnum í øllum bygdunum. Vanligt er at fylla petrolium á og so seta eld í. Men hetta er møguligt at gera eitt sindur meira umhvørvisliga við at nýta seyðatálg. Tað hevur verið roynt í Kvívík. Sóley Kerlok eigur hugskotið her vesturi og kemur at greiða frá hvat tað er hon hugsar at vit í kommununi kunnu gera. Ætlanin er so at teir sum skipa fyri í Kvívík koma vestur í heyst tá slagtið er at leggja lag á.

Umhvørvisplássið er opið frá kl. 16:00-19:00.