Umhvørvi og dálking

politikkur27-08-2019 - 10:43 - Jóanis Nielsen

Dálking er so mangt og so ymiskt sum eygað sær. Nakað av tí mest sjónliga í dag er m.a. leivdir av plasti frá ali­­vinnu, graslíki, spreingileidningum, plastkoppum frá bensinstøðum og hoyballum, sum verða lagd­ar út til seyð at eta úr. Hetta liggur so og rekst í náttúruni, til stóran ampa fyri fólk og fæ, og til stríð hjá teimum, sum noyðast at rudda upp.

Eitt annað er taðingin, ið afturat rama luktinum stundum elvir til dálking av drekkivatninum, og neyvan heldur er so góð umhvørvisliga.

Og so er tað tann ósjónliga dálkingin CO2, sum í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt um. Sagt verður, at vit skulu av­­­marka CO2útlátið m.a. við, at vit øll broyta matvanar, tí framleiðslan av kjøti er ov tyngjandi fyri veðurlagið. Nýggj­astu kanningarnar frá DMI staðfesta annars, at temper­atururin á grønlendska innlandsísinum er ikki +2º men -2º.

Í kjalarvørrinum av tosinum um CO2frættist, at skip eru farin at leiða útlátið niður í sjógvin heldur enn upp í loftrúmið. Er tað veruliga ein grønari loysn, at avfalllið skal dumpast beint niður har stórur partur av kostinum hjá føroyingum og øðrum verður fingin til vega?

Tað nýggjasta er nú, at framleiðarar, ið hava stórt útlát frammanundan, keypa kvotur frá framleiðarum, ið hava minni útlát, hetta soleiðis at samlaða roknistykkið skal síggja penari út. Um CO2veruliga er ein av størstu nútíðar hóttanum, so eigur bann at verða sett móti slíkum handlum alt fyri eitt.

Eg mæli til, at vit sláa kalt vatn í blóðið. Er nú co2tann veruligi syndarin? Lat okkum brúka ta neyðugu tíð­ina til at kanna hvat er fupp og fakta á umhvørvisverndarøkinum.

Ongin orsøk er hjá okkum at leypa á leistum og binda okkum til at halda ásetingarnar í París-sáttmálanum uttan umhugsni og skynsemi, og als ikki fyri at tekkjast ES. Annars verður helst neyðugt í framtíðini at tálma okkara skjótt vaksandi ferðavinnu, tí CO2útlátið gerst ov stórt her um okkara leiðir. Ikki minst tí at flogferðsla hevur stórt CO2útlát, og tað fer ikki at gera støðuna betur, at vit gjalda meira fyri at varðveita rættin til útlát. Um tað altso er umhvørvisvernd, ið liggur okkum á hjarta.

Anna Margretha Otthamar
valevni fyri Miðflokkin