U19-kvinnurnar taptu fyrsta dystin

ítróttur15-07-2019 - 18:22 - Jóanis Nielsen

HSF skrivar: Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum tapti móti Kekkia í EM-undankappingini í Litava.

Úrslitið var 33-25. Hálvleiksstøðan var 15-14.

Í seinna hálvleiki kom ongantíð veruliga glið á hjá Føroyum og serliga í verjuni gekst illa. Síðstu tíggju minuttirnar byrjaði Kekkia at draga frá, so endaligi munurin var átta mál – eitt úrslit, sum tó ikki heilt lýsir leikgongdina.