Mynd: Ingun Hansen / FSF.fo

U19-genturnar bankaðu Lettland

ítróttur19-09-2014 - 02:26 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Við tryggum 3-0 sigri á Lettlandi, vunnu føroysku U19-genturnar seinasta dystin í EM-undankappingini í Serbia

- Aftur hesaferð eri eg væl nøgdur við innstasin, og endiliga kunnu vit fara av vøllinum við einum sigri, sum var fult uppiborin, sigur John Petersen, venjari hjá U19-gentunum, sum í dag vunnu 3-0 ímóti Lettlandi.


Tá umleið eitt korter var spælt legði Ásla Johannesen føroyska liðið á odda. Hervør Olsen sendi inn fyri úr høgru, letlendski málverjin helt ikki innlegginum, og so kundi Ásla Johannesen leggja Føroyar á odda 1-0, sum eisini var støðan tá liðini fóru at hvíla seg.

Í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru okkara gentur neyvari. Og tá Lettland kom til málmøguleikar, stóð føroyski málverjin, Lea Reginsdóttir á rætta stað og fekk vart fyri.

Beinanvegin eftir steðgin gjørdist støðan 2-0 til Føroyar. Margunn Lindholm breyt ígjøgnum í høgru síðu og fekk lagt bóltin fyri føturnar á Jensu Olsen, sum við einun dundurskotið økti um føroysku leiðsluna.

Tað var eisini føroyska liðið, ið stýrdi spælinum eftir steðgin og tá góður tími var spældur skoraði Arnborg Lervig til 3-0. Hornaspark varð sent innfyri úr høgru, Arnborg var hægst og stútaði bóltin í letlendska málið.

- Hóast vit fingu eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina, so eri eg sum heild væl nøgdur við innsatsin og hugburðin hjá okkara gentum, og nú gleða vit okkum at sleppa heim, sigur John Petersen at enda úr Beograd í Serbia.










Føroyska liðið, ið byrjaði dystin ímóti Lettlandi - Myndir: Ingun Hansen