Tunnilsgjaldið skal avtakast

Politikkur22-08-2019 - 21:52 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu árini hevur nógv verið skrivað og kjakast um tunnilsgjaldið. Onkur vil verða við, at ein avtala er gjørd, sum skuldi tryggja, at tá tunnilin varð útgoldin, skuldi tað blíva frítt at koyra. Um ein avtala er ella ikki, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Eg vil heldur greiða frá, hví tunnilsgjaldið skal avtakast.

Tunnilin hevur verið ein fíggjarlig góð íløga fyri landið. Borgarin hevur goldið tunnilin, og landið er sloppið frá at røkja farleiðina um Vestmannasund. Tunnilin skal sjálvandi viðlíkahaldast, men tað hava vit altíð goldið gjøgnum vegskattin. At gjalda 2 ferðir fyri eina vøru, haldi eg ikki er serliga skilagott.

Politikkararnir dáma væl at lurta eftir serfrøðini, tá hon sigur tað sama, sum teir halda. Serfrøðin sigur, at tað ikki er skilagott at krevja tunnilsgjald til rakstur av einum tunnli, tí ein alt ov stórur partur fer til umsiting. Hetta eru politikkararnir ikki samdir í, so teir lurta bara ikki. Tað hava politikkararnir fullan rætt til, men eg skilji teir ikki heilt. Hvørja ferð vit gjalda 140 kr. í tunnilsgjalda, fara uml. 40 kr. til umsiting. Tað gevur ikki meining.

”Ja, men tunnilsgjaldið er so lítið, tað er bara 20 kr. hvørja ferð.” Tað er rætt. Fyri tey, sum bara brúka tunnilin, tá farið verður á flogvøllin, hevur gjaldið ikki so nógv at siga. Men tað eru nógv, sum koyra gjøgnum tunnilin hvønn dag. Fyri tey er tað ein stórur eykaskattur.

Um tú hevur eina inntøku á 300.000 kr. um ári, skalt tú gjalda 6.000 kr. ella heili 2% eyka í skatti, um ein undirsjóvartunnil er á vegnum til arbeiðis. Tað er ein sera stórur eykaskattur, serliga tá hugsað verður um, at hetta er aðru ferð at goldið verður fyri vøruna. Borgarin hevur longu goldið vegskatt áðrenn.

Politikkararnir royna at finna rætta heitið, soleiðis at teir framhaldandi kunnu eykaskatta nakrar ávísar borgarar í landinum. Ein samhaldsføst skipan ljóðar gott í oyrunum á nógvum, so hetta heitið, verður brúkt ferð eftir ferð. Eg haldi, at teir heldur skulu royna at fáa eina rættvísa skipan. Tað verður gjørt, við at avtaka tunnilsgjaldið.

Rógvi Egilstoft Nielsen

Valevni fyri Fólkaflokkin