Tungevaag á Okkara Voxbotn 2020

Mentan17-12-2019 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Ein heimsstjørna kemur á Okkara Voxbotn. Talan er um háaktuella Tungevaag, sum fer at blása nútímans dansitónar yvir Vágsbotn tann 27. juni.

Hann hevur fleiri altjóða hitt í skjáttuni, og er virdur fyri sín orkumikla og melodiska tónleik. Martin Tungevåg byrjaði sum 15 ára gamal at framleiða tónleik í sínum kamari, og sum 21 ára gamal skrivaði hann undir ein sáttmála við týska felagið Kontor Records, og her framleiddi hann sítt fyrsta risa hitt, Wicked Wonderland. Pílarnir peikaðu nú beint uppeftir, og Tungevaag var at finna á flest øllum plakatum til stóru festivalarnar kring Evropa. Hann hevur fingið eina røð av virðislønum bæði í heimlandinum og kring Evropa og Asia. Og nú kemur hann á Okkara Voxbotn 2020.

Á stroymingssíðunum hava fleiri av løgum hansara fingið milliónir av stroymingum. Bara á Spotify er lagið Samsara stroymt heilar 139 mió. ferðir. Í løtuni hittar hann við lagnum PLAY, sum hann hevur framlett við fleiri øðrum.

Hetta vitnar um, at tað er ein óvanliga vælumtóktur ungur maður, ið kemur at gera Vágsbotn til eitt risa dansigólv tann 27. juni 2020.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma, Signar og John, Swangah og Sam Feldt fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.

Atgongumerki fáast á ebillett.fo, í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 650,-.

Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara.